Search
  • Rói Norðoy

Óndskapur og tann djúpi gandurin


COVID-19, Ukraina og óndskapur (5. Partur)


Í kenda ævintýri sínum lýsir C.S. Lewis lógir, ið vórðu skrivaðar, áðrenn Narnia varð grundað. Lógirnar vórðu kallaðar - djúpur gandur. Tær vórðu skrivaðar av keisaranum handan havið frá upphavi – ein ímynd av Gudi Faðirinum. Lógirnar vórðu ritaðar á Steinborið - eldsteinarnar á Loyndarheygginum – og veldisstav keisarans handan havið. Í søguni hevur Jadis, ið er tann hvíta heksin - sambært lógini - loyvi at oyða tey, ið bróta lógirnar, ið vórðu ritaðar frá upphavi. Verður Jadis noktað hesi rættindini, verður Narnia lagt í oyði við eldi og vatni. Júst hesin parturin av lógini kundi føra við sær, at Jadis kundi ráða yvir Narniu. Heksin útnyttar lógina til sín fyrimun. Øll, ið brutu lógina, ákærdi hon, so tey kundu koma undir hennara oyðandi makt. Eins og Satan, var hon hin stóri ákærin.


Tó kendi hon ikki eitt loyndarmál, ið lá aftan fyri djúpa gandin. Loyndarmálið um tann djypra gandin. Eins og djúpi gandurin varð ritaður á Steinborðið, varð djypri gandurin somuleiðis høgdur inn í borðið og stavin – tað var eitt ískoyti, ið lýsti, hvussu djúpi gandurin kundi verða avtikin. Júst dýpdina av hesum loyndarmálinum koma vit inn á seinni í røðini. Nú venda vit okkum til kirkjufedrarnar. Kirkjufedrarnir

Kirkjufedrarnir hava roynt í túsund av árum at loyst gátuna um, hví djúpi gandurin fekk vald yvir heiminum, og hvør stendur aftan fyri, at lógin varð gildað – hvør hevur skyldina av, at óndskapur er partur av okkara gerandisdegi?


Til tess at fáa eina heildarmynd av áskoðanini hjá fedrunum, havi eg valt, at býta tær upp í trý tíðarskeið. Tað fyrsta tíðarskeiðið strekir seg úr 1.- 4. øld. Næsta tíðarskeiðið úr 5.-19. øld. Triðja skeiðið er 20. øld og fram til í dag.


1. - 4. øld

Úr fyrstu øldini, tá kirkjan var stovnað, lesa vit ikki nógv um evnið, vit viðgera. Tað er ikki fyrr enn í 2. øld, at kristin byrja veruliga at hugsa um upprunan til óndskap. Tað merkir, at vit eiga einki systematisk svar til spurningin um óndskap frá fyrstu samkomuni. Evnið verður viðgjørt, tó uttan nakra serliga dýpd.


Justin Martyris 100-165 Tað, ið vit síggja tíðliga fyrstu hundrað árini, er, at óndskapur varð knýttur at falnum einglum. Hetta kemur til sjóndar í verkunum hjá Justin Martyris. Hann sigur, at einglar eru fríar moralskar verur, ið Gud hevur sett, at valda yvir ymiskum økjum av alheiminum - kosmos. Einglarnir misbrúktu fría viljan. Hetta skapti ein fíggindaskap í teim himmalsku forgørðunum. Leiðandi eingilin var Satan.


Víðari sigur hann, at tá Gud skapti heimin, dáraði Satan menniskjuni og vísti á teirra fría vilja. Hann greiddi Ádam og Evu frá, at tey kundu velja ikki at fylgja tí, Gud segði - tey lótu seg dára. Avleiðingin varð, at óndskapur slapp inn í skapanarverkið. Hóast Adam og Eva førdu synd í alheimin, vóru Satan og einglar hansara rótin til óndskap, skrivar Justin Martyris. Falnu einglarnir sáddu deyða, kríggj, hor og annað siðleyst lív millum manna. Uttan at menniskjað gáaði eftir, vórðu tey eitrað av óndu maktini, ið hevði tikið valdið yvir heimin. Justin skrivar, at tað er skeivt, at geva Gudi skyldina fyri óndskapin, ið hendir millum okkara. Hann sigur, at tað eru falnu einglarnir, ið føddu óndskapin – ikki Gud. Eftir fallið eru menniskju samsek, og eru vorðin partur av uppreisnini móti Gudi.[1]


Athenagoras (2. øld)

Athenagoras varð kallaður – kristni heimsperkingurin úr Athen. Í sínum verkum skrivar hann, at tá Gud skapti einglar og menniskju, setti hann tey at ráða yvir ymiskum økjum í sínum skapanarverki. Allar verurnar, Gud skapti, høvdu áhaldandi ræði á teimum økjum, sum tey vórðu sett at hava vald yvir – eisini eftir at tær syndaðu ímóti Gudi. Víðari sigur hann, at av tí at verurnar høvdu frían vilja, kundu tær velja at gera mótsøðu. Hetta er orsøkin til, at heimurin liggur í einum opnum stríði, bæði andaliga og fysiskt, skrivar Athenagoras.[2] Tað merkir, at Athenagoras sá óndskap, sum ein veruligan fígginda.


Tatianos (120-190)

Kirkjufaðirin, Tatianos, skrivar, at Satan var hin fyrst skapti av øllum, ið Gud hevur skapt. Hann hevði myndugleika, sum eingin onnur skapt vera hevði – hvørki menniskju ella einglar – hetta er orsøkin til, at tá menniskjað vendi sær frá Gudi, komu vit undir vald Satans. Tatianos sigur víðari, at tá Satan gjørdi mótsøðu, gjødist einglarnir, ið fylgdu honum, til demonir. Í mun til Gud, sum hevur fullkomnan góðleika, máttu einglar og menniskju vaksa, til tess at náa fulkomnan góðleika – tí kundu verurnar, ið Gudi skapti, falla. Tatianos lærdi, at fríi viljin hjá menniskjum og einglum er orsøkin til, at óndskapur valdar. Tað vil siga, at hann helt, at óndskapur mátti vera ein møguleiki, um man eisini kundi velja moralska dygd. Hetta vil siga, at menniskju og einglar fingu vald at skapa eina tilveru, ið gekk ímóti vilja Guds.[3]


Irenæus (130-200) Kirkjufaðirin, Irenæus, skrivar í Móti Vranglæru, at hjá Gudi býr einki uttan góðska. Víðari sigur hann, at tað liggur einki loyndarmál – mysterium – aftan fyri eitt kríggið, millum annað tað í Ukraina ella Covid-19, ið tænir Gudi. Fyri Irenæus liggur góðleiki Guds í sannleikanum, at Gud gav menniskjum og einglum frían vilja. Handan tað, ið Irenæus skrivar, síggja vit, at hann lærir, at Gud tók ein vága, tá hann gav okkum frían vilja. Sagt við øðrum orðum, so kundu vit velja, um vit fylgdu Gudi ella ikki. Eingin av pre-augustinitisku fedrunum lærdu, at almáttur Guds var knýttur at noyðslustevnu - tvingsli.


Gregorius av Nyssa (330-395) Tann fyrsti kirkjufaðirin, ið hellir ímóti tí, sum Augustin lærir, er Gregorius av Nyssa. Hann vísir á, at óndskapur er tað øvuta av Gudi. Víðari tekur hann ta klassisku neo-platonistisku læruna um Gud inn í kristnu gudfrøði. Gud verður lýstir út frá nøkrum eginleikum ístaðin fyri hansara persónmensku. Uttan iva, so er tað soleiðis, vit skilja Gud í dag. Um eg bað onkran lýsa Gud, so hevði viðkomandi sagt – eins og Gregorius – at Gud er almáttigur, alnærverandi, alvitandi, ófatandi, óbroytiligur, uttan kenslur... Tað, ið er áhugavert, er, at tað er ikki fyrr enn síðst í 4. øld, at ein slík lýsing av Gudi kemur inn í gudfrøðina. Gregorius segði, at vegna hesar eginleikar kundi Gud ikki verða dáraður av óndskapi. Hann er ikki eins og vit, at hann letur seg ávirka av kenslum og broytir meining. Gregorius meinti, at óndskapur er samansettur, fjølbroyttur og fleirlittur. Meðan Gud var einfaldur og uttan eldhuga - litinskapleysur - so eru skapningar hansara útsettir fyri umskapan og eldhuga.


Hóast Gregorius brýtur frá hinum fedrunum og lýsir Gud á ein meira ópersónligan hátt, kemur tíðliga fram í hansara verkum, at óndskapur er reinur fíggindaskapur mótvegis Gudi, og tað var Satan, ið føddi óndskap ímóti vilja Guds. Hann segði, at óndskapur er ikki eitt skapað evnistilfar. Óndskapur er frávera av góðleika. Tað vil siga, at óndskapur er ikki ein duldur tónasmiður í skapanarverki Guds, ið virkar til hansara æru. Niðurstøða Eftir at vit her hava hugt at nøkrum av fyrstu fedrunum, síggja vit eina greiða fatan av, hvat fyrsta samkoman hugsaði um upprunan til óndskap. Óndskapur var grundaður í fría viljanum. Øvundsjúka mótvegis valdi Guds, var fyrsta skeiva stigið Satan tók. Henda gerð førdi við sær, at hann var sendur í útlegd. Tó, varðveitti hann sítt vald í onkran mun.


Tá Gud skapti alheimin, og Satan sá, at menniskju funnu yndi í eygum Harrans, fekk øvundsjúkan aftur fatur í honum, og hann skapti somu øvundsjúku í menniskjunum. Dárskapurin førdi við sær, at menniskjað misbrúkti fría viljan, og dyrnar í Eden vórðu latnar upp fyri óndskapi.[4]

Úrslitið varð, at tann djúpi gandurin varð manaður fram, og eitt bann legði seg yvir skapanarverkið.

Ein niðurstøða, ið eg kann draga frá hesum, er, at tað eru einglar og menniskju, ið skapa óndskap. Hendan sannleikan uppliva vit hvønn dag. Fíggindskapur er nakað, ið vit sjálvi skapa. Putin skapti kríggið í Ukraina. Kim familjan hevur skapt og heldur lív í óndskapinum, ið vit síggja í fangalegunum í Norðurkorea. Tó kann eg ikki bert hyggja at øðrum, sjálvur skapi eg eisini óndskap. Enntá í míni egnu familju.


Eins og vit kunnu skapa frið, kunnu vit skapa ófrið. Vit eru skapt við einum fríum vilja. Fríur vilji krevur ábyrgd og búnaskap, men tíverri misbrúka vit okkara ábyrgd og sýna óbúnaskap, og føða óndskap á nærum øllum økjum í okkara lívi. Hetta kallast synd, og synd er tað, ið gevur óndskapi lív.

Í næsta bloggi hyggja vit at læruni hjá Augustin.

[1] Justin Martyr, 2 Apology 2 (ANF1:190) [2] Athenagoras. Fathers of the Second Century, Vol. 2, s. 130). Christian Literature Company. [3] Tatian, Fathers of the Second Century, (Vol. 2, p. 67-68). Christian Literature Company. [4] Stoffer, D. R. 'The Problem Of Evil' . Ashland Theological Journal Volume 24, 24, 59.

Mynd (Michael Hague)


0 views0 comments