Search
  • Rói Norðoy

Hvar kemur óndskapur frá?

Updated: Apr 9



COVID-19, Ukraina og óndskapur (1. Partur)


Evnið um hvar óndskapur stavar frá, hevur verið lýstir út í æsir. Gjøgnum søgu heimsins hava vit roynt at skilja óndskap, hvaðan hann kemur, hvussu vit steðga honum o.s.fr. Heimspekingar sum Voltaire, Rousseau, Kant, Hegel, Marx og Nietzsche hava roynt at loysa gátuna, uttan at hava funnið nakað svar. Sum oftast verður óndskapur lýstir sum nakað, sum er uttan fyri okkum. Tað er júst tað, sum er mest ræðandi, meira ræðandi enn COVID-19 ella kríggið í Ukraina. Áðrenn COVID-19 bankaði á dyrnar í Europa, doyðu fleiri hundraðtúsundtals í hungri bara í ár, og gera tað eisini meint nú. Matgoymslurnar í Europa kunnu bæði metta allan vesturheimin og øll tey, sum svølta, men vit látast ikki um vón. Vit geva ein hundrað krónu seðil í stuðli fyri at reinsa okkara samvitsku. Vit síggja ikki, at vit eru ein partur av óndskapinum. Tað tykist sum um, at so leingi vit hava tað ók, so er alt ikki so galið kortini. Vit kenna partvís óndskapin, ið vit seta børn okkara og onnur í, tá ið vit velja hjúnaskilnað, alkoholismu, hatur, happing, peningakærleika, arbeiðsgreði og annað, men venda vit tað blinda eygað til og tora ikki at kalla tað fyri tað, sum tað er – nevniliga óndskapur! Vit síggja ikki, at vit sjálv eru ein pa

rtur av óndskapinum. Vit avnokta at menniskjan sjálv er rótin til óndskapin í heiminum, kortini royna vit at geva onkrum øðrum skyldina, veri tað seg Putin, Gudi, Satan, sosialismu, kapitalismu ella islam. Tað, sum ræðir meg, er tann veruleiki, at tað er ikki, fyrr enn óndskapurin hyggur okkum beint í eyguni, at vit rakna við. Tá gerast vit brádliga upptikin av óndskapi, sum um vit ikki sjálvi eru ein partur av honum, og útinna óndskap nærum dagliga. Okkum dámar so væl at billa okkum inn, at heimurin, vit liva í, er ikki óndur kortini. Vit billa okkum inn, at okkara ‘góðu’ kristnu (ella ikki kristnu) moralsku gerðir gera mun. Onkursvegna er tað tápuligt, at tosa um, hvaðani óndskapur kemur, tá vit sjálvi eru partur av óndskapinum. Vit billa okkum inn, at vit kunnu hugsa okkum frá óndskapi. Síðani upplýsingartíðina hevur ongantíð verið so nógvur óndskapur at sæð í mannasøguni. Tað er júst síðani upplýsingartíðina, at menniskjan er sett í miðjuna at loysa trupulleikan. Nietzche segði, at Gud er deyður, og vit hava sjálv dripin hann. Men, Nietzche, óndskapurin er ikki deyður. Merkir tað so, at vit í okkara samtíð av tí sama ikki kunnu geva Gudi skyldina? Nietzche segði, at vit mugu skapa okkara egnu søgu og soleiðis loysa trupulleikan, men tað hava vit ikki. Modernisma, marxisma, sosialisma, kapitalisma og postmodernisma hevur ikki megnað at vunnið á óndskapinum. Eingin vón bara hjálparloysi. Hví? Orsøkin er einføld, vit tora ikki at venda eyguni móti okkum sjálvum, og síggja óndskapin. Fyrsta stigið hjá AA er at síggja ella viðurkenna, at vit eru hjálparleys. Tí heiti eg á tykkum, at taka hetta fyrsta AA stigið saman við mær.

Guds megafon

Um eg átti eitt einfalt svar úr Bíbliuni ella kirkjusøguni um óndskap, hevði eg ikki ivast, at deilt tað við tykkum. Veruleikin er tó, at Bíblian ikki gevur eitt einfalt svar uppá óndskap. Um vit halda okkum hava loyst gátuna um óndskap úr skriftini, so vitnar tað, at vit ikki hava skilt óndskap. C.S. Lewis segði, at “pína er Guds megafon til tess at vekja ein deyvan heim.” Tað kann tykjast undarligt, at Gud ger tað. Merkir hetta, at Gud er upphavið til pínu? Nei! Tó vísir tað seg, at pína fær okkum at rakna við, og Gud nýtir kanska eina torføra tíð at koma í samband við onkran av okkum, tí vit lurta ikki, tá vit hava eydnuna við okkum. Merkir tað, at pína er góð, tí hon kann leiða okkum til Guds? Á ongan hátt. Lærdi skriftin tað, so var ikki neyðugt við krossinum. Krossurin er svarið upp á óndskapin og pínuna. Jesus vann á deyðanum, so vit skulu sleppa undan pínuni. Hann leið fyri okkum, so vit skulu arva hin komandi heim. Óndskapur liggur ikki millum okkum og hini. Vit eru øll smittað av óndskapi. Merkir tað, at vit ikki síggja størri óndskap onkrastaðni í heiminum enn hjá okkum; eg haldi, vit kenna svarið - sjálvandi! Men tað merkir ikki, at vit ikki eru smittað av óndskapinum.


Vit mugu eisini skilja, at tað er munur á krígginum í Ukraina og COVID-19. Menniskju eru beinleiðis atvoldin til kríggi í Ukraina, meðan vit ikki heilt skilja COVID-19, og hví tað rakar okkum. Somuleiðis volda summi okkara størri óndskap enn onnur. Tó bera vit øll somu smittu og kunnu ikki vera vís í, at okkara sjúkueyðkenni verða eins og hjá einum, ið voldir størri óndskap enn vit. Tað er júst tí, vit mugu verja okkum; vit mugu síggja okkara hjálparloysi ímóti virusinum. Vit mugu síggja í eyguni, at okkum tørvar hjálp til tess at vinna á virusinum. Tíverri mugu vit oftani uppliva virusið í fullari styrki, áðrenn vit vilja taka ímóti hjálp. Annað stigið í viðgerðini hjá AA er, at vit mugu trúgva, at ein kraft, ið er størri enn vit, kann veita okkum fult skil. Fyrst mugu vit síggja, at vit ongan kjans hava ímóti virusinum. Næsta stig er, at vit mugu fata, at tað er bara Gud, sum kann veita okkum koppingarevni. Tó er umráðandi at minnast til, at tað at vinna á óndskapinum er ein ferð. Tað tekur alt lívið. Tá vit síggja okkara hjálparloysi, og velja at rópa til Gud, opnast okkara eygu. Hóast hetta mugu vit eftir undrið, læra okkum at liva í nýggja veruleikanum. Hesin veruleiki er ikki altíð lættur at fara ígjøgnum. Tey, sum dyrka religión (eitt moralskt lív), gera tað, tí tey eru bangin fyri helviti. Hitt sanna andaliga lívið verður dyrkað av teimum, sum hava gingið ígjøgnum helviti!


Bíblian er ikki bangin fyri, at lýsa trupulleikan við óndskapi. Í Opinberingini 21 lesa vit, at Jóhannes sá nýggjan himmal og nýggja jørð. Eisini sá hann, at einki hav var longur. Hetta lýsir ein boðskap um vón. Jóhannes sær ein heim uttan óndskap.


Nú, tað er umráðandi at skilja, hvat Jóhannes meinar við, tá hann tosar um hav. Tað liggur ein apokalyptiskur týdningur aftan fyri orðið. Upprunaliga lýsti Gud havið, sum nakað gott. Men longu tá vit lesa um Nóa, broyttist støðan. Við tí, sum Gud lýsti at vera gott, kemur brádliga kaos. Fyrsta bjarging Guds av mannaættina var frá vreiði havsins. Flyta vit okkum longur fram í søgu heimsins, lesa vit um Móses og um, hvussu Gud gjørdi ein veg ígjøgnum havið - teir vantrúgvandi egyptarnir, vórðu slúktir upp av vreiði havsins.


Í Sálmunum lesa vit hvussu Ísraels fagnast um, at havið mátti víkja fyri teirra Gudi. Hetta broytist tó, tá vit koma til Dániel 7. Nú verður havið eisini lýst, at verða ein hóttan móti Ísrael. Havið verður lýst sum myrkt, dapurt og verður nú myndarligi týdningur fyri óndskapinum, sum vildi oyða fólk Guds. Ísrael var komið í eina støðu, har tey brádliga byrjaðu at skilja at einasti hátturin, tey kundu verða fríað frá myrka, ónda havinum, var við hjálp Guds. Boðskapurin er greiður, uttan Gud megna vit ikki at vinna á havinum. Har Gud ikki er nær, livir óndskapur Havið er ein partur av tí góða skapanarverkinum, men Bíblian tosar samstundis myndarliga um kaosið, havið skapar í heiminum. Tað er umráðandi, at vit ikki steðga við kaosið, vit mugu ikki gloyma síðsta kapittulin í skriftini, sum sigur, at Gud skal sigra á vreiði havsins. Hetta evnið síggja vit allan vegin ígjøgnum skriftina. Øll lyftini peika á, at einaferð skal havið leggja seg, og óndskapurin skal vera rikin burtur einaferð fyri alla. Lambið skal liggja hjá leyvuni.


Tó sigur Bíblian, at Gud má ruska í alheimin eina síðstu ferð, áðrenn lyftið um shalom verður uppfylt. Skriftin sigur, at í sær sjálvum er heimurin góður, men er ikki vorðin búgvin. Somuleiðis sigur skriftin, at óndskapur menniskjans hevur steðgað búnaðartilgongdini hjá alheiminum. N.T Wright sigur, at til tess at alheimurin skal koma í javnvág, so má óndskapur menniskjans steðgast.


Hetta kann tykjast ræðandi, men tá Bíblian tosar um dómin, ið skal koma yvir heimin , boðar skriftin altíð í sama andadrátti frá, at tá skal hvørt tár turkast burtur. Tá hevur COVID-19 og allur óndskapur onga makt yvir okkum longur. Er tað lætt at viðganga, at ein dómur verður einaferð, ikki fyri meg. Trúgvi heldur ikki, Gud er glaður fyri, at skulu lata dóm sín falla, men hetta er tann einasti hátturin, ið kann reka óndskapin burtur úr heiminum.



96 views0 comments

Recent Posts

See All