Rói Norðoy
Gamli maðurin og havið
Updated: Jul 29, 2022

COVID-19, Ukraina og óndskapur (4. partur)
Eg hevði júst avloyst rullumannin - tað var ófantaligt í sjónum. Hugurin var ikki serliga góður, og fiskiskapurin var einki at reypa av. Eg var ikki meira enn 17 ár. Vit vórðu staddir á Íslandsrygginum. Við eitt rópar stýrimaðurin: “Brot!” Fyrst vendi eg mær móti stýrimanninum; síðani hyggi eg út í myrkrið – eg sá, hvussu sjógvurin reisti seg ímóti mær – eg náddi ikki at sleppa undan brotinum. Við eitt fylti sjógvurin rullholið. Vreiði havsins tók meg av ræði. Tá eg raknaði við aftur, lá eg kroystir undir eini slisku. Til alla Guds lukku hendi mær einki. Havið, sum Gud hevði givið mær at skaffa føði á borðið. Havið, ið eg elskaði, vendi sær ímóti mær. Tað vildi gera av við meg. Tað, sum var so vakurt og reint, varð brádliga reinur óndskapur.
Í bókini “Gamli maðurin og havið”, kallar gamli maðurin, Santiago, havið “la mar”. Tað gera øll sponsk talandi, ið elska havið, greiðir Ernest Hemingway frá. Santiago dámdi ikki, at teir ungu dreingirnir, sóu havið sum teirra fígginda. Í veruleikanum forsvarar Santiago vreiði havsins. Hann heldur, at havið ikki vil venda sær ímóti menniskjum. Tess áhugi er bert at veita menniskjum av síni yvirflóð. Santiago hugsar, at tað er okkurt annað, ið eitrar havið. Hann heldur tað er mánin. Tað kann ikki vera havið sjálvt – tað gevur onga meining í hansara hugaheimi. Hann gav mánanum og sólini skyldina. Teirra ávirkan ger, at havið verður drigið ímóti sínum vilja.
Santiago lýsir ein bíbilskan sannleika. Havið varð skapað gott. Tað varð givið menniskjum sum gávu. Tó kom okkurt, ið órógvaði havið. Havið varð eitrað og megnaði ei longur at stýra sínum mátti.
Kendi kirkjufaðirin, Augustin, er ikki samdur við Santiago. Hann sigur, at einki hevur eitrað havið. Havið varð skapt á hendan hátt av Gudi. Augustin sær ikki nakran andaligan bardaga millum gott og ónt. Augustin heldur, at Gud hevur eitt “blueprint” fyri alheimin - eina modelltekning, eina ætlan. Alt, ið hendir, er eftir ævigu fyriætlan Guds. Í hugaheiminum hjá Augustin finst ikki óndskapur. Óndskapur er fjarleiki av góðsku. Augustin sigur, at einki kann bróta seg inn í skapanarverk Guds. Eingin ónd megi kann øsa havið. Augustin meinar, at tað er avmarkaða hugflogið hjá menniskjum, ið skapar slíka hugsan. Alt, ið hendir, verður gjørt við skaparans kærleikshond. Eisini, tá tann óseki líður undir hond annars mans. Augustin skrivar víðari, at tann, ið líður, eigur ikki at geva menniskjum, einglum ella nøkrum skaptum anda skyldina fyri sína kvøl. Nei, tað er tann, ið stýrir viljanum hjá øðrum at vilja, ið stýrir óndskapi. Alt, ið hendir, skapar eitt guddómligt samljóð í alheiminum. Gud hevði ikki funnið upp á at skapa nakað, hvørs óndskap hann ikki kendi frammanundan; tað hevði ført við sær, at hann ikki er almáttugur.
Um man hevur eina slíka fatan, trýr man at kríggið í Ukraina hevur eina hægri meining, og er partur av heilagu modelltekningini hjá Gudi. Alt – bæði gott og ónt – er skapað í samljóði við ævigu fyriætlan Guds. Alt, ið hendir, er til Guds æru. Hvat er meiningini við tilveruni, um alt hevur eina hægri meining, eisini helvitisnáttin menniskjan mangan møtir? Um hetta er so, taki eg undir við Ivan -í bókini Brøðurnir Karamazov - tá hann rópar: “ Eg avnokti tað hægra samljóðið. Tað er ikki vert tárini hjá einum pínslaðum barni, ið slær seg á bróstið við síni lítli hond og biður... við ósekum tárum: “Góði, miskunnsami Gud...”
Um óndskapurin í Ukraina ikki er reinur óndskapur, hví skal eg trúgva á ein kærleikansfullan góðan Gud? Er óndskapurin, ið fer fram í fangalegunum í Norðurkorea, ritað í ta heilagu modelltekningina? Hevur Gud programmerað tey, sum hava til uppgáva, systematiskt at pína eitt annað menniskja? Um hetta er veruleikin, er Gud petti frægari enn Hitler, Putin ella eg? Hvussu kann slíkt tæna “the greater good”?
Venda vit okkum til Skriftina, síggja vit ein annan veruleika. Gud hatar óndskap og tey, ið fremja hann. Lat okkum hyggja at nøkrum Skriftstøðum, sum vísa hendan sannleikan. “Tí ikki ert Tú tann Gud, sum líkar gudloysi; hin óndi sleppur ikki at búgva hjá Tær. Hugmóðig verða ikki standandi fyri eygum Tínum; Tú hatar øll tey, ið gera órætt. Tú letur tey, ið tala lygn, ganga til grundar; blóðdálkaður, falskur maður er HARRANUM andstygd. (Sálmur 5:5-7)
Tú elskar rætt og hatar gudloysi... “ (Sálmur 45:8).
“HARRIN roynir hin rættvísa; men hin gudleysa og tann, ið elskar órætt, hatar sál Hansara.”(Sálmur 11:5).
Eitt av kjarnu boðunum í Skriftini er, at vit eru kallað at hata óndskap.
“Tit, ið elska HARRAN, hatið hitt illa! - Hann varðar sálirnar í hinum heiløgu Sínum og fríar tey úr hondum hinna gudleysu.” (Sálmur 97:10)
“Hatið hitt illa og elskið hitt góða, og latið rættin standa fastan í portrinum! Kanska HARRIN Gud herskaranna tá vísir leivd Jósefs náði.” (Amos 5:15)
“At óttast HARRAN er at hata hitt illa; stoltleika, hugmóð, hin ónda vegin og hin falska munnin, hetta hati eg.” (Orðt. 8:13)
Bíblian er púra greið; óndskapur er ein veruleiki, ið skapar trupulleikar fyri bæði Gudi, menniskjum og øllum skapanarverkinum. Gud ynskir ikki, at óndskapur skal valda. Hetta sigur okkum, at tað eru skapningar, sum arbeiða ímóti vilja Guds.
Fyri at vit skulu taka hatrið hjá Gudi mótvegis óndskapi í álvara, mugu vit skilja, at Gud hevur givið skapninginum frían vilja. Tað vil siga, at skapningarnir hjá Gudi kunnu andøva ímóti vilja Guds og skapa sína egnu modelltekning. Samstundis merkir hetta, at Gud hevur skapað heimin á slíkan hátt, at hann kann arbeiða ímóti ella gera eftir vilja Guds. Sum vit koma at síggja seinni, er vilji Guds friður – Shalom. Tað merkir, at um man arbeiðir ímóti vilja Guds, skapar man ófrið. Hesin ófriður sæst í mongum formum. Tað er júst hesin ófriðurin í órógvar “la-mar”. Gud hevur ikki monopoliseraðan mátt - tí hevur óndskapur eitt veruligt vald. Tað er einki grundarlag í Skriftini fyri eini estetiskari andstøðu, ið tvíheldur um, at óndskapur er ein huldur tónasmiður í skapanarverki Guds, ið virkar eftir ævigu fyriætlan Guds.
Í næsta bloggi, tosaðu vit víðari um, at óndskapur er ein veruligur fíggindi.